Um virkið

Fa. Arkitektavirkið Magni E. Dalsgaard er stovnað í 2014. Eg arbeiði einsamallur, so tað er meg tú tosar við, og eg tekni tíni hús.

Eg eri útbúgvin arkitektur frá Kunstakademiets Arkitektskole í Keypmannahavn 1981.

Eg havi 30 ára royndir sum arkitektur, eri serkønur í brunatekniskari trygging av bygningum og í renovering. Í 6 ár havi eg staðið fyri umvæling av kommunalum bygningum. Harumframt havi eg serligar royndir sum byggimálsviðgeri í Tórshavnar kommunu. Hesar royndir gera, at eg kann vera ein serráðgevi í byggimálum.

Eg samstarvi við verkføðingar um konstruktiónir, el og h.v.s.

Tit eru vælkomin inn á gólvið til eitt óbindandi prát um nýbygging, uppíbygging ella umbygging.  Teknistovan er í Jansstovugøtu 10. Jansstovugøta er tætt við SMS.

Telefon 216369

Mail: arkitekt@med.fo

Arbeiðsroyndir:

Arkitektur hjá Árna Winther, 6 ár. Føroya Handilsskúli, Føroya Brunatrygging, Elektron, Dimmalætting, Sniðhús, Sethús og Katólska kirkjan.

Landsverkfrøðingurin, 2 ár. Býarskipanir, útstykkingar og samskipan av landsvegum og útstykkingum.

ARKSAM, 4 ár. Partaeigari av arkitektavirki. Bankabygningur, Skrivstovubygningar, Renoveringar, Sniðhús v.m.

Markhus A/S, 1 ár. Mentunarhúsið Åkrafjordtunet og Yvirbygning á boripallinum Oseberg Øst.

Tórshavnar kommuna, 14 ár. Byggiharraeftirlit, Leiðari fyri byggimálsviðgerð, Renovering v.m.