Um virki

Arkitekturin
Arkitektavirkið byrjaði sum einmans-fyritøka 2014, og varð broytt til Íverksetarafelag í 2020.
Eg arbeiði einsamallur, tað merkir, at tað er meg tit tosa við, og tað eri eg, sum tekni húsini.
Eg havi starvast sum arkitektur síðani 1981, tvs. yvir 40 ár. Royndirnar eru innan sethús, størri bygningar, útstykkingar og býarskipan.
Góðir og møguligir bygningar
Beiggi mín Suni Dalsgaard, arkitektur, og eg høvdu teknistovuna ARKSAM saman. Vit høvdu motto: Vit tekna bara góðar og møguligar bygningar. Tað motto havi eg enn.
