Tórsgøta – hugskot frá 2008

torsgota

Hugskot frá 2008

Flytið Havnará oman í Tórsgøtu

Eg var í Århus í fjør, tað var fyrstu ferð síðani 1970. Sjálvdan hevur eitt býarelement gjørt
so stórt inntrykk á meg sum áin, tey hava lati upp aftur. Eg fekk alt fyri ett hugskotið, at
Havnará skuldi verið flutt oman í Tórsgøtu. Hví? Jú tí niðasti partur av Tórsgøtu liggur nógv
lægri enn Vaglið, so tú kanst fáa ein foss, og tí Vágsbotnur er vorðin Perlan í Tórshavn.

Hugskotið er, at leggja eitt rør frá Havnará, norðanfyri Sjónleikarhúsið oman til Tórsgøtu við
Frelsunarherin. Her kann so áin fossa oman til handilin hjá Kissa, haðani kann áin renna á sløttum út á sjógv í Vágsbotni.

 

Áin kann vera smøl, soleiðis, at tað ber til hjá sløkkiliðnum at koyra inn til bygningarnar. Men
hugsið tykkum, tann hugna og teir møguleikar tú fært á eystara áarbakka.

Turbina undir Steinatúni. Sum eitt einastandandi íkast, verður ein sjónlig turbina sett upp har
áin kemur út undir Steinatúni. Henda turbina iltar vatnið og kann geva ókeypis ljós ella hita til
áarbakkarnar alt árið.

Ganga turrskødd fram við bygningunum. Regnið í Føroyum kann vera ein plága, men sum Jóannes Skaale segði, einki er sum at ganga úti í regni í góðum oljuklæðum. Jú, hugskotið er, at fram við øllum bygningunum á eystara áarbakka verða glastøk, har ein kann ganga turrskøddur bæði summar og vetur.

Vágsbotnur er vorðin ein perla. Vágsbotnur, har vit plagdu at fiska ternumurtar við epli sum agn hevur altíð haft ein serligan tokka hjá mær. Nú veit eg hví, jú tí har er vesturskin, og sólin speglast í sjónum. Har er meira friður enn á Kongbrúnni, tí har er minni bilferðsla.

Við at flyta Havnará oman í niðasta enda av Tórsgøtu vildi Havnin fingið eitt heilt einastandandi býarrúm. Tann hugni, ið er skaptur í Vágsbotni, vildi verið styrktur og longdur niðan í miðbýin. Eg minnist tá Havnará var opin fram við ”Vaglinum”, tað var als ikki so gott, sum tað verður gjørt til.

Kærlighedsstien aftanfyri Sparikassan var hugnaligur, men áin skar Vaglið frá Tinghúsvøllinum.

Økið á Vaglinum er ófriðaligt og opið, har skal okkurt heilt annað gerast.

Við at flyta Havnará oman í Tórsgøtu fært tú eitt uttandura hugnapláss afturat í Tórshavn. Uttandura hugni er, tá tú situr turt og lítt, við rygginum móti einum heyggi ella sum her móti einum bygningi.

Magni E. Dalsgaard, arkitektur